KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni í jøvnum dysti   

Felags fyri øll settini var, at nógv av stigunum komu í stimum upp á fimm til sjey stig á rað, og ofta vóru greiðar leiðslur eisini tveittar fyri borð


Hotel Djurhuus-deildin: 

Mjølnir - KÍF 1-3 (24-26, 25-22, 21-25, 24-26) 

Í Felags fyri øll settini var, at nógv av stigunum komu í stimum upp á fimm til sjey stig á rað, og ofta vóru greiðar leiðslur eisini tveittar fyri borðfyrsta setti var heimaliðið leingi á odda, tó at KÍF eitt skifti var á odda 12-10, men við seks stigum upp í slag fór Mjølnir framum 16-12 eftir góðar servur frá Nicolu Toftegaard. Men so átti KÍF aftur tørn og fór við seks stigum á rað framum aftur 20-17 og síðan upp á 22-18. Mjølnir kom tó aftur í góðan stima og fór við fimm bóltum á rað framum 23-22 eftir góðar servur frá Ásu Frederiksberg og fekk settbólt við 24-23. Hann varð tó ikki gagnnýttur, og so vann KÍF í staðin tríggjar bóltar á rað - tveir við góðum blokki - og settið 26-24.  

 

Gestirnir úr Kollafirði tóktust hava fullkomið tamarhald á øðrum setti, tá teir løgdu seg á odda 6-1 og 12-4, men greiða leiðslan svann tó skjótt, og Mjølnir javnaði til 15-15. Stutta løtu var KÍF aftur á odda, men við seks stigum í einum háli fór Mjølnir frá 17-19 upp á 23-19 og vann settið 25-22 eftir dundursmassj frá Nicolu Toftegaard. 

 

Triðja settið var leingi sum eitt kopi av tí undanfarna, har KÍF aftur legði seg á odda 12-4, men sum aftur læt góðu støðuna gleppa sær av hondum, tí brádliga hevði Mjølnir javnað til 19-19. Hesa ferð var gleðin hjá Mjølni tó stokkut, tí við fimm stigum á rað endurvann KÍF greiðu leiðsluna og vann settið 25-21 við tí triðja av teimum fimm settbóltunum, tá Elsa Samuelsen sló í blokkin og út. 

 

Líknandi gongd var í fjórða setti, men hesa ferð var tað Mjølnir sum legði seg á odda 7-1, áðrenn KÍF javnaði til 11-11. Eftir 18-18 fór Mjølnir framum 20-18, men KÍF svaraði aftur og fór framum 22-20. Mjølnir javnaði so aftur til 24-24, men tað rakk ikki, tí KÍF vann tveir teir næstu bóltarnar og settið 26-24 – fyrst við smassji frá Elsu Samuelsen og síðani dystarbólitin við blokki frá Sesiliu Johnsdóttir Prior.  

 

Við teimum trimum stigunum fer KÍF framvið Mjølni á stigatalvuni upp á triðjaplássið, fimm stig eftir Fleyr á øðrumplássi, sum eisini hevur spælt ein dyst færri. Longu næsta sunnudag møtast KÍF og Mjølnir aftur; hesa ferð í Kollafirði. Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

 

 

Nr. 

 
 

Lið

 
 

Dystir

 
 

Settmunur

 
 

Stig

 
 

1

 
 

 
 

9

 
 

21

 
 

25

 
 

2

 
 

Fleyr

 
 

9

 
 

9

 
 

19

 
 

3

 
 

KÍF

 
 

10

 
 

-3

 
 

14

 
 

4

 
 

Mjølnir

 
 

10

 
 

0

 
 

13

 
 

5

 
 

TB

 
 

9

 
 

-1

 
 

13

 
 

6

 
 

Dráttur

 
 

9

 
 

-26

 
 

0