Seinnapartin í dag verður forvitnislig sending á Lindini við einum serfrøðingi í øllum tí, sum Søren Kierkegaard lat úr hondum Tey, ið dáma væl alt tað, sum danski heimsspekingurin og gudfrøðingurin Søren Kierkegaard lat úr hondum, fáa nú ein gyltan møguleika at hoyra ein serfrøðing á økinum greiða frá sínum »royndum« við kenda dananum, sum livdi í 19. øld.
Seinnapartin í dag fer nevniliga útvarpsrásin Lindin at hava eitt prát við prestin, Anders Kingo sum millum annað hevur givið út eina bók um Kierkegaard, har hann vísir á, at hesin eisini hevur ein boðskap at bera fólki í dag, 150 ár eftir at hann andaðist.
Anders Kingo gjørdist í 1995 doktari í gudfrøði júst um Kierkegaard, sum metti seg at vera eina rødd sum skuldi rópa boðskapin út, 300 ár eftir at Luther livdi. Sum skilst verður í løtuni arbeitt við at fáa Anders Kingo til Føroyar, og sum skilst fer hetta eisini at eydnast í vetur.
Í dag klokkan 16:30 verður so høvið at fáa ein forsmakk upp á tað, sum hesin 53 ára gamli presturin hevur at bera fram. Hann er í løtuni prestur við Ullerup Kirke. Her hevur hann virkað síðani í 1991.