Kia K2700 ? arbeiðsbilur við fleiri møguleikum

K2700 er ein arbeiðsvinarligur lastbilur frá Kia, ið verður gjørdur sum Single Cab, King Cab og Double Cab, har pláss er til 6 fólk í kabinuni

Við Kia K2700 eru fleiri møguleikar, hann fæst sum Single Cab, King Cab og Double Cab, ið hevur tvær rekkjur av setrum og pláss til 6 persónar. Størri húsið er, minni verður lastin. Alt velst um hvat bilurin skal brúkast til. Hann hevur dupult hjól aftan og ber vektina sera væl. K2700 er góður at koyra, bædi við og uttan vekt.
Motorurin er ein 2.5 litur turbodiesel við 94 hk. Snúningsmomentið er uppá 220 Nm við 2000 snúningar.
Bædi síðuspeglini eru monteraði beint undir forrrútinum. Við tað at høgra síduspegl peikar nakað langt fram, ber til hjá bilføraranum at hyggja í speglið gjøgnum forrútin, ístaðin fyri síðurútin, sum er tað mest vanliga. Hetta hevur týdning fyra trygdina undir koyring. Bilurin fæst eisini við sentrallási, el-síðurútum, aircondition og diffearentialesperru.

Kia K2700 II 2.5 TCI Single cab
Motorurin2.5 litur 4 syl. 94 hk
turbodiesel v.intercoolara

Toppferd126 km/t

Stødd og vekt
Longd503.0 cm
Breidd175.0 cm
Hædd199.5 cm
Longd á lastini (innan)313.0 cm
Breidd (innan)165.0 cm
Eginvekt1575 kg
Bilurin lastar1625 kg

Prísurfrá kr. 156.800,-

SøluumboðP/F D. B. Bilar
J.Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn,
Tel. 310600