Áki: Vit avgera dystin í fyrra hálvleiki

(Frá Rás2) Hóast tað var lætt í kvøld, so staðfestir Áki Egilsnes, at komandi dystirnir verða torførir

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Áka Egilsnes, sum skoraði seks mál fyri VÍF, sum vann 32-25 á StÍF í Vestmanna í kvøld. Í steðginum var VÍF á odda 15-11.

 

Áki Egilsnes heldur, at dysturin var mest sum avgjørdur í fyrra hálvleiki. Hann heldur, at tað sást, at teir í VÍF høvdu eina FM-finalu at spæla fyri, meðan strandingar ikki hava tað stóra at spæla fyri. At Kjartan Johansen fekk reyða kortið gjørdi ikki uppgávuna lættari fyri StÍF.

 

Hóast tað var lutfalsliga lætt í kvøld, so undirstrikar Áki Egilsnes, at torførar uppgávur eru fyri framman hjá VÍF, har bæði KÍF, H71 og Kyndil bíða. Áki Egilsnes slær fast, at einki er avgjørt enn.