KÍ við og uttan Árna er heilt hvør sítt

ÍF var tætt við at vinna stig á útivølli ímóti KÍ, sum hevði stórar trupulleikar í uppspælinum og akkurát vann, eftir at lyklaspælarar vóru innskiftir

Tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð í fínum fótbóltslíkindum í Klaksvík í kvøld, vísti máltalvan 1-0, og teir í heimaleguni vóru lættir, nú teir høvdu vunnið trý stig og hava fulla úrtøku eftir átta dystir. Lítla løtu undan leikloki vóru heimamenninir heilt kløkkir, tá ið Karl Løkin við frísparki legði innfyri úr vinstru, og bólturin endaði í málinum. Teir reyðu fegnaðust um, at teir høvdu javnað til 1-1, men linjudómarin kolldømdi fyri rangstøðu.

 

Málið skoraði Árni Frederiksberg, tá ið tað restaði eitt korter. Árni og René Shaki Joensen vórðu skiftir inn, tá ið ein tími var farin, og klaksvíkingar av álvara leitaðu eftir hugflogi.

 

Fyrsta tíman gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá ÍF. Fuglfirðingar hava ikki sama hópin, sum KÍ hevur. Men ÍF vísti fínan hugburð, ein arbeiddi fyri allar, og allir arbeiddu fyri ein. Áðrenn eitt korter var farið, var um reppið, at ÍF legði seg á odda. Miðvallarin Elvio Gelmini royndi seg við skoti av miðjuni. KÍ málverjin var uttarlaga staddur, men hann kláraði akkurát aftur á strikuna og vippaði bóltin upp um tvørtræið og til horna.

 

KÍ var væl meiri á bóltinum, og klaksvíkingar høvdu royndir ímóti ÍF málinum, men marginalirnir vóru ikki við Páll A. Klettskarð og hinum framrættaðu monnunum. ÍF verjuparturin var væl skipaður. Viðhvørt sá talan út til at vera um 5-3-2 skipan og viðhvørt 3-4-3. Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin og Jan Ó. Ellingsgaard vóru raskir miðverjar og í borðunum arbeiddu Elias J. Lervig og Pól Jákup Lundsbjerg nógv.

 

Millum áskoðararnar var HB venjarin Jákup Martin Joensen. Kanska var tað KÍ aðalroynd undan ferðini suður í Gundadal at hitta HB, sum hann sá. Jákup B. Andreasen og Deni Pavlovic vóru sentralir og verjukendir miðvallarar, meðan Claus Philip Krongberg avloysti skadda Patrick da Silva á vongverjanum í vinstru, og Mads Bo Mikkelsen var framrættaður í vinstru.

 

Henda uppstillingin riggaði ikki. Hugflogið í uppspælinum var lítið, og tað var ikki, fyrr enn René Shaki Joensen og Árni Frederiksberg avloystu ávikavíst Deni Pavlovic og Sivert Gussiås, at tað kom futtur í. Árni var í høgru og René í vinstru, meðan Mads Bo Mikkelsen var sentralur aftanfyri Páll A. Klettskarð.

 

Mads Bo Mikkelsen átti sendingina til Árna Frederiksberg, sum í høgru rak í brotsteigin og smekkaði bóltin upp í nettakið. Páll A. Klettskarð áttin sín lut í hesum, tí hann rann í vinstru og tók ein verjuspælara við sær.

 

ÍF hevur 9 stig, og avrikið í Klaksvík í kvøld ber boð um, at uppflytararnir úr Fuglafirði ætla sær ikki at flyta niður.

 

Bæði KÍ og ÍF fara annan sunnudag at spæla í Gundadali KÍ klokkan 15 ímóti HB og ÍF klokkan 17.30 ímóti B36.

 

KÍ – ÍF 1-0 (0-0)

 

1-0: Árni Frederiksberg 76.