KÍ verður nú í styrktari útgávu

Loyvini eru nú komin uppá pláss, og nýggju spælararnir eru tøkir at spæla

Nú eru teir báðir nýggju útlendsku spælararnir hjá KÍ tøkir at spæla. Loyvini eru komin uppá pláss, og tað ber við sær, at møguleiki er fyri, at 25 ára gamli verjuspælarin Dmytro Lytvyn og 27 ára gamli álopsspælarin Valerijs Sabala vera við í ferðalagnum og á dómaraseðlinum, tá ið KÍ seinnapartin leygardagin fer at spæla við Margáir ímóti EB/Streymi. Tað veit heimasíðan hjá KÍ at siga.

 

Letlendski og ukrainski spælararnir hava vant í Klaksvík seinastu vikurnar, men tað er lítið sannlíkt, at teir vera millum teir fyrstu ellivu leygardagin. Teir eru ikki í dystarvenjing, og tí kann tað hugsast, at annar teirra ella kanska báðir sleppa uppí part eina løtu fram ímóti dystarenda.

 

Dysturin við Margáir millum EB/Streym og KÍ verður leygardagin klokkan 16.00.