KÍ vann eisini hjá dreingjunum

(U18 Dreingir) Tað skuldu aftur longd leiktíð til at finna vinnaran hjá U18 dreingjum millum favorittarnar úr KÍ og EB/Streym. Tá samanumkom vann KÍ 3-1.

 

KÍ var stórfavorittur undan dystinum. Tað kom heldur ikki óvart á, tá Eivi Sørensen miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði KÍ á odda við langskoti. KÍ var leikliga omaná og lítið bendi á, at EB/Streymur hevði ein stórvegis leiklut at spæla í hesu finaluni.

 

Sum tíðin gekk í seinna hálvleiki komu sundalagsmenn fyri seg. KÍ megnaði sjáldan at hótta málið hjá EB/Streymi, meðan sundalagsmenn fingu snikkað saman nøkur fín álop.

 

Tað skuldi tó ein feilur til, áðrenn EB/Streymur javnaði. Málverjin hjá KÍ sparkaði eitt málspark beint fyri føturnar á Teiti Kruse Johansen, sum takkaði fyri og javnaði. Bæði liðini høvdu góðar støður at skora avgeradni málið, men tá tíðin var farin var framvegis 1-1.

 

Fekk EB/Streymur eina gávu, tá teir javnaði, so var gávan uppaftur størri, tá KÍ legði seg á odda 2-1. Miðverji og málmaður hjá EB/Streymi misskiltu hvønn annan og so var vegurin til málið púra opin fyri Bárð Hansen.

 

EB/Streymur stríddist við øllum, sum teir høvdu fyri at javna, meðan KÍ hótti við mótálopum. Ein minutt fyri tíð kom so málið, sum staðfesti, at KÍ fór at vinna. Jóannes Bjartalíð bleiv spældur leysur. Rak framvið málverjanum og trillaði bóltin í eitt tómt mál til endaliga úrslitið 3-1.

 

KÍ vinnari av Thomas Dam Intersport steypinum 2013.