Økið um Vesturkirkjuna fríðkað

Síðani november mánaða í fjør hevur verið arbeitt á økinum vestan fyri Vesturkirkjuna. Nú hómast úrslitið, og arbeiðið verður ætlandi liðugt 1. oktober. Millum annað verður ein standmynd av Sigmundi Brestissyni á økinum

Ætlanin er, at kirkjulundin, sum økið nú verður nevnt, skal verða eitt alment pláss, har øll kunnu fara at hugna sær. Marius Müller á býráðnum, sum hevur teknað lundina, sigur, at høvuðselementið í lundini verður ein tjørn við einum hólmi í miðjuni og flísalagdari gøtu rundanum. Eisini verður eitt lítið torg við beinkjum, har ein standmynd kemur at standa.
? Økið er ætlað øllum borgarum at brúka, og flísarnir gera tað eisini vinarligt fyri rørslutarnað. Har eru trappur, men har er eisini ein flísaløgd gøta, júst ætlað rørslutarnaðum, greiðir Marius frá.

Sílini ikki gloymd
Rættará, sum hevur runnið ígjøgnum økið, er nú farin undir heilt, har tjørnin fer at vera.
Men hóast tað, fer vatn úr ánni framvegis at síggjast á økinum. Ætlanin er nevniliga, at vatn úr Rættará skal fylla tjørnina. Tvær slúsur verða ímillum tjørnina og ánna, soleiðis at vatn altíð verður í tjørnini.
Sílini, sum altíð hava verið í Rættará, eru heldur ikki gloymd í nýggju ætlanini. Marius sigur, at alt er gjørt fyri at fáa síl í tjørnina.
?Hetta eru áarsíl, sum aldri fara úr ánni, og ætlanin er, at fáa tey at koma í tjørnina. Eisini er ætlanin at fáa dunnur ella okkurt tílíkt at vera úti á hólminum. Fólk skulu tíma at at sita í lundini og tað skal vera hugnaligt, staðfestir Marius.

Sigmundur Brestisson
Eisini skal ein standmynd setast upp á økinum. Talan er um eina standmynd av Sigmundi Brestissyni, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen skal gera.
Marius sigur, at hóast fundamentið til standmyndina verður gjørt í hesum døgum, so er standmyndin ikki bíløgd enn.
? Hon fer at koma einaferð í framtíðini, men ikki júst nú. Nú skulu vit fyrst hava alt arbeiðið liðugt, so økið kann takast í nýtslu, sigur hann. Hann leggur tó afturat at Hans Pauli Olsen hevur gjørt eina lítla modellmynd av Sigmundi Brestissyni, og at standmyndin heilt víst fer at standa uttanfyri Vesturkirkjuna í framtíðini.

Liðugt 1. oktober
Víðari sigur hann, at kílaskapið á kirkjutorninum fer at speglast aftur í stórum steinum, ið eru lagdir út í tjørnina. Standmyndin fer at standa hinumegin tjørnina, beint árakað kirjutornið. Framvið tjørnini eru eisini nakrir flísar myrkari enn hinir, og tað er kirkjan, ið "speglast" aftur í flísunum.
Marius sigur, at talan hevur verið um at gera hetta arbeiðið í nógv ár. Nú vóru ráðini til tað, so í november í fjør varð farið í gongd. Kirkjan hevur fíggjað ein part av arbeiðnum sjálv og býráðið hevur stuðlað.
Alt arbeiðið skal ætlandi vera liðugt 1. Oktober.
? Fyrst í oktober mánaði verða fermingar í kirkjuni, og tá skal arbeiðið allarhelst vera liðugt, so økið er pent og ruddiligt tá fermingarnar vera, sigur hann.
Hann sigur annars, at arbeiðið eftir ætlanini átti at verið liðugt nú, men at tað er seinkað einar tríggjar mánaðir.
? Økið er ótúliga vakurt, við nógvari grótlaðing. Tað er arbeiði, sum tekur tíð og sum ikki kann skundast ígjøgnum, tískil bleiv tað nakað seinkað. Men nú sæst ein endi á tí, sigur Marius Müller at enda.

Síðani november mánaða í fjør hevur verið arbeitt á økinum vestan fyri Vesturkirkjuna. Nú hómast úrslitið, og arbeiðið verður ætlandi liðugt 1. oktober. Millum annað verður ein standmynd av Sigmundi Brestisyni á økinum

Kirkjulundin
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo