Áki toppskjútti í stórsigri - Kjartan vann eisini

Áki Egilsnes er toppskjútti hjá KA við 80 málum. Kjartan Johansen og liðfelagarnir vunnu týðandi heimasigur í dag

Okkara hondbóltsútisetar í Noregi og Íslandi kunnu fegnast.

 

Kjartan Johansen setti trý brotskøst í netið tá lið hansara, Fyllingen Bergen vann ein týðandi 32-28 heimasigur á Halden í dysti í bestu norsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var Fyllingen á odda 15-12. Sigurin merkir, at Fyllingen Bergen framvegis er millum átta tey ovastu liðini sum kunnu vinna sær eitt pláss til endaspælið.

 

Komandi mikukvøld spælir Fyllingen Bergen á útivølli ímóti Bækkelaget.

 

Áki Egilsnes gjørdist fyrr í vikuni toppskjútti hjá KA í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini. Áki skoraði níggju mál ímóti Hvíta Riddaranum, tá KA á heimavølli vann stórsigur 33-16.

 

Áki Egilsnes er toppskjútti hjá KA við 80 málum. Áki hevur skotið hesi 80 málini í bara 11 dystum.

 

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA eru framvegis nummar tvey í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini. Komandi leygardag spælir KA á útivølli ímóti unga liðnum hjá Stjarnuni.

 

Støðurnar í næstbestu íslendsku og í bestu norsku hondbóltsdeildini:

 

(Ísland)

 

1Akureyri1412113788225
2KA1512033797924
3HK1510144305321
4Þróttur158253923718
5Haukar U158163985017
6Valur U156363661115
7ÍBV U14617364-2413
8Stjarnan U13508305-3810
9Mílan151113301-1033
10Hvíti Riddarinn150015336-1470

 

 

(Noreg)

 

1Elverum171511555 - 46131
2ØIF Arendal Elite181215549 - 48525
3Drammen181206531 - 46924
4Halden Topphåndball181026571 - 51322
5Haslum HK18945501 - 51622
6FyllingenBergen18828540 - 54218
7Bækkelaget Håndball Elite17827492 - 47118
8Kolstad187110491 - 50915
9Falk Horten187011463 - 49514
10Bodø HK186111507 - 51713
11Sandnes184014449 - 5548
12Nøtterøy Håndball182016446 - 563

4