##med3##
Til landsliðsvenjingina týsdagin tosaði FM1 við Áka Johansen, sum er ein teimum nýggju í venjaratoyminum hjá manslandsliðnum. Hann hevur til uppgávu at filma venjingarnar og greina mótstøðulið.
Hann heldur ikki, at tað er eitt krav at Føroyar skulu vinna á Moldova, hóast við Føroyar eru styrkismett væl hægri. Orsøkin er, at Moldova hevur spælt í deild C í Nations League, og har hevur mótstøðan verið sterkari.
Tølini siga, at Moldova hevur havt bóltin niður í 32 prosent av tíðini, men tað er ikki væntað, at tað talið verður líka lágt í kvøld, tí Moldova hevur spælt móti sterkari mótstøðu.
Í samrøðuni ber til at hoyra um uppgávurnar hjá honum, og at hann hevur greinað og samanborið Nations League kappingarnar í 2018 og 2020. Hann fortelur eisini hvat greiningin kann brúkast til.
##med2##
Í kvøld spælir føroyska manslandsliðið á útivølli móti Moldova. Toymið hjá landsliðnum hevur greinað Moldova og her er nakað av tí, sum toymið er komið fram til.
Moldova:
– Moldova spældi í eini hægri deild í Nations League, men fluttu niður, meðan vit spældu í D-bólkinum og fluttu upp. So vit møtast onkustaðni har, men eg vænti ikki munurin er líka stórur sum á eitt nú Betri deildini og 1.deild.
– Moldova er betri enn tølini vísa, tí teir hava spælt móti betri mótstøðu. Teir eru gott nokk styrkismettir sum nummar 177, men teir hava eisini verið heilt uppi á nummar 67. Moldova liggur tætt við Rumenia og teir spælistílur líkist nógv tí rumenska. Onkuntíð síggja vit lond úr eysturevropa spæla við nøkrum ónollum, men tað hava vit ikki sæð við Moldova.
– Har eru fleiri góðir spælarar, sum spæla á eitt sindur hægri stigi enn okkara, og á javnt góðum stigi. So tey, sum halda at Føroyar skal vinna í Moldova, tey taka feil. Tað verður ein avbera harður dystur og helst eisini javnur dystur. Hetta er ein trupul útivøllur, men liðini passa kanska væl til hvønn annan. Moldova hevur millum annað spælt javnleik móti Russlandi, og tapt tepurt 1-0 móti Kosovo, har teir vóru væl við líka til tað seinasta.
– Moldova spælir beinleiðis fótbólt. Tað er kanska av tí, at teir í undanfarnu Nations League kapping viðurkendu, at teir spældu móti betri liðnum. So teir høvdu eitt varið útgangsstøði og spældu uppum fyrsta trýstið. Men vit hava eisini sæð, at teir vilja gjarna spæla seg úr trýstinum. Tað er áhugavert, tí um vit megna at leggja teir undir eins stórt trýst sum londini í Nations League, so kunnu vit fáa nakað burturúr. Megna vit ikki tað, so er vandi fyri at teir spæla seg úr trýstinum hjá okkum og tá kunnu vit fáa trupulleikar.
FM1 hevur studiofrásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda eftir tíðindini klokkan 18.30.
##ms##