KÍ hevur seinnapartin spælt annan dystin í Atlantic Cup í Algarve í Portugal.
Í dag spældi KÍ móti danska superligaliðnum, Silkeborg. Dysturin endaði við einum 0-3 tapi. Silkeborg var á odda 1-0 í steðginum.
KÍ - Silkeborg IF 0-3 (0-1)
0-1 Callum McCowatt (24)
0-2 Fredrik Carlsen (64.)
0-3 Kasper Kusk (88.)
Silkeborg hevði 11 royndir á málið hjá KÍ, meðan KÍ hevði sjey málroyndir á málið hjá Silkeborg. Silkeborg hevði fimm royndir innanfyri málrammurnar, meðan KÍ hevði tríggjar.
Fríggjadagin klokkan 13 spælir KÍ í somu kapping móti amerikanska liðnum, Real Salt Lake.