KÍ kapprennur við tíðina um at fáa knýtt danskan verjuspælara til felagið. Mjørkin hevur órógvað fyrireikingararbeiði, og spælarin er ikki komin til landið enn.
Talan er sannlíkt um fyrrverandi Lyngby og AGF verjuspælaran Cheikh Tidiane Sarr. Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, vil ikki vátta fyri in.fo, at talan er um júst tann spælaran, men sigur, at KÍ arbeiðir við at styrkja um verjupartin.
- Tað er rætt, at vit arbeiða við at styrkja um verjupartin, men einki er komið upp á pláss. Mjørkin hevur órógvað fyrireikingararbeiði, sigur Tummas Lervig og váttar,at talan er um spælara, sum er ávegis til Føroyar umvegis Danmark.
Cheikh Tidiane Sarr, ið sum ungur fór til franska Bordeaux at royna seg, hevur eisini roynt seg í svenskum fótbólti í Hammarby IF.
Hóast tað er óvist um Cheik Tidiane Sarr kemur til felagið, so sigur Tummas Lervig, at teir í núverandi støðu onga “plan B” hava.
- Sum støðan er í løtuni, so er talan bara um tann eina spælaran, sigur Tummas Lervig at enda.
Flytingarvindeygað letur aftur í kvøld.