KÍ skal spæla ímóti norska meistaraliðnum

Bodø/Glimt eigur heimavøll í fyrra dystinum, og norska liðið fer at spæla í Klaksvík 12./13. juli

Lutakastið í UEFA høvuðsskrivstovuni nú fyrrapartin lagaði seg soleiðis, at Páll A. Klettskarð og hinir í KÍ skulu spæla ímóti norska meistarafelagnum Bodø/Glimt

Tað er synd at siga, at hepnið var við føroyameistarunum, tá ið lutur fyri løtu síðani varð kastaður um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fyrsta umfari í europeiskum meistarakappingini.

 

Vónin var, at KÍ skuldi sleppa undan skandinavisku liðunum, Malmö FF úr Svøríki og Bodø/Glimt úr Noregi. Malmö FF úr Svøríki varð drigið beinanvegin, og tá ið KÍ ikki var næsta liðið, so styrknaði vónin um, at tað fór at eydnast at sleppa undan skandinavisku liðunum.

 

Men so lagaði tað seg soleiðis, at norska meistaraliðið Bodø/Glimt varð drigið og at KÍ varð drigið at vera mótstøðuliðið hjá norska meistaraliðnum. Bodø/Gilmt verður í løtuni roknað at vera millum stinnastu liðini í Norðurlondum.

 

Síðsta kappingarár megnaði Bodø/Glimt at vinna seg í fjórðingsfinaluna í Europa Conference League, har italska Roma vísti seg at vera ov stórur biti.

 

Malmö FF úr Svøríki – Vinnari av innleiðandi umfari

 

Ballkani úr Kosovo – Žalgiris úr Litava

 

­HJK Helsinki Finnland - RSF úr Lettlandi

 

Bodø/Glimt úr Noregi – KÍ Klaksvík

 

The New Saints Wales – Linfield FC Norðurírland

 

-

 

Pyunik (ARM) vs CFR Cluj (ROU)

Maribor (SVN) vs Shakhtyor Soligorsk (BLR) *

Ludogorets Razgrad (BUL) vs Sutjeska Nikšić (MNE)

Diddeleng (LUX) vs Tirana (ALB)

Tobol (KAZ) vs Ferencváros (HUN)

 

-

 

Shamrock Rovers (IRL) vs Hibernians (MLT)

Lech Poznań (POL) vs Qarabağ (AZE)

Shkupi (MKD) vs Lincoln Red Imps (GIB)

Zrinjski (BIH) vs Sheriff (MDA)

Slovan Bratislava (SVK) vs Dinamo Batumi (GEO)

 

 

 

Lutakastið í UEFA høvuðsskrivstovuni nú fyrrapartin lagaði seg soleiðis, at Páll A. Klettskarð og hinir í KÍ skulu spæla ímóti norska meistarafelagnum Bodø/Glimt