KÍ sett í samband við hendan

Sum skilst, so er ein møguleiki fyri, at KÍ hava ein serbiskan miðvallara

Flestu av føroysku spælarunum eru komnir upp á pláss í føroysku kappingini. Tí tykjast feløg sum B36, HB, NSÍ og KÍ leita uttanlands eftir styrki til komandi kappingarár.

 

Les eisini:NSÍ leitar í Danmark

 

Úr Klaksvík ljóðar, at felagið ynskir at knýta ein serbiskan miðvallara afturat hópinum. Sum skilst, so er serbiski miðvallarin Semir Hadzibulic ein av teimum, sum KÍ arbeiðir við at fáa til felagið. Talan er um ein 29 ára gamlan framrættaðan miðvallara, sum hevur spælt í millum annað Albania, Makedonia og Georgia.

 

KÍ hevur í ár fingið tilgongd av miðverjanum Ahmed Mujdragic, sum somuleiðis er úr Serbia.