Økið í Sandvíkum friðað

Náttúrufriðingarnevndin hevur tikið avgerð um, at økið inni í Sandvíkum skal friðast. Hetta varð gjørt eftir at feløg og privatpersónar høvdu sent nevndini umsókn um at friða økið. Tórshavnar býráð hevði annars samtykt at lata ítróttinum økið, men hetta verður væntandi av ongum

 

FriÐing

Stefan í Skorini


Mikið kjak hevur verið um hetta økið inni í Sandvíkum. Býráðið hevur havt ætlanir um at nýta økið til ítróttarvirksemi, meðan onnur fólk hava heitt á Náttúrufriðingarnevndina um at friða økið.

Nevndin hevur nú tikið støðu. Hon mælir til, at hesin vakri blettur skal friðast. Fólk kunnu tó skjóta avgerðina hjá Náttúrufriðingarnevndini inn fyri Yvirfriðingarnevndina innan fýra vikur. Væntandi er tó, at Yvirfriðingarnevndin fer at taka somu støðu og friða økið, men hetta er tó ikki heilt greitt enn.


Ber av í vakurleika

Nevndin hevur fleiri grundgevingar fyri, at økið verður friðað.

Hon sigur í grundgevingini:

»Nevnda økið ber av í vakurleika, liggur væl fyri og hevur sereyðkennir í landslagnum, plantugróðri og djóralívi, líkasum nevndin eisini er av tí áskoðan, at økið hevur stóran týdning fyri fólk og fæ. Eisini metir nevndin, at tað, ið laðað er, hevur stóran týdning«

Úrskurðurin hjá Náttúrufriðingarnevndini er, at økið í Sandvíkum ? frá Sandvíkarryssu og inn á Kallanes, frá sjóvarmálanum og niðan til landsvegin ? verður at friða.

Nevndin hevur fingið umsóknina frá Hanusi Vang, fyrrverandi bónda í Hoyvík, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelagi og øðrum áhugaðum.

Hesi vóru fyri jól á fundi við Náttúrufriðingarnevndini, har tey vístu á, hví tey meta, at hetta økið skal friðast.

Á seinasta býráðsfundi hjá fráfarna býráði, ið var fyri jól, samtykti tað at lata 800.000 krónur til at keypa hetta økið frá Jarðarráðnum. Uppskotið var samtykt við tólv atkvøðum fyri og einari ímóti. Bara Páll Petersen atkvøddi ímóti.

Býráðið hevði ætlanir um at nýta hetta økið til ítrótt, og ætlanin var, at felagið Byrsumúli skuldi fáa økið at skjóta á.


Gamalt mál

Hetta málið hevur verið til viðgerðar í ymsum stovnum í fleiri ár. Í 1996 samtykti býráðið av broyta býarskipanina, og tað hevði við sær, at økið í Sandvíkum skuldi nýtast til skjóting. Landsstýrið staðfesti í 1998 hesa avgerðina hjá býráðnum.

Í 1997 varð umsókn fyrstu ferð send friðingarnevndini um at friða økið, og nú hevur henda nevnd tikið ta avgerð, at økið skal friðast.