NSÍ er framvegis ovast á talvuni, men nú sansar av álvara at. Tað er bara verri málmunur, sum er orsøk til, at B36 er aftanfyri toppliðið. Merkisvert er tað, at tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur NSÍ ikki megnað at vinna fulla úrtøku, og at toppskjúttin Klæmint A. Olsen ikki hevur skorað tríggjar tær seinastu ferðirnar. Hann hevur skorað 16 mál í 16 dystum.
Leygardagin endaði tað málleyst á heimavølli ímóti TB. Tað sigur seg sjálvt, at Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin, og spælararnir vóru ikki nøgdir við úrslitið, men venjarin sær framvegis ljóst upp á tað:
-Hugburðurin var góður, og vit spældu okkum til nógvar málmøguleikar. Marginalirnir vóru ikki við. Vit hava nú fokus á stóru avbjóðingini, sum tað er at spæla í Klaksvík í kvøld. Tað kemur væl við, at Pól Jóhannus Justinussen er við aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti TB.
Hjá KÍ kemur tað illa við, at Páll A. Klettskarð ikki er tøkur. Hann endaði á Landssjúkrahúsinum undir dystinum ímóti B36 í Gundadali. Fótliðurin er skaddur, og nú ræður tað um hvíld. Mánadagin verður tað greitt, hvussu álvarsamur skaðin er.
-Vit eru nøgdir við hugburðin og avrikið ímóti B36, og vit hildu, at vit høvdu meiri uppiborið enn 2-1 tap. Vit vilja fegnir kappast millum tey fremstu, og tí er tað alneyðugt, at vit vinna ímóti NSÍ, sigur Hjalgrím Elttør, sum ímóti B36 var sentralur miðvallari saman við unglingaspælaranum Jákup B. Andreasen.
Tað kann gott vera, at teir aftur fara at manna sentrala miðvøllin ímóti NSÍ, tí Evrard Blé er givin í felagnum, Atli Danielsen er framvegis burturstaddur, og loyvini hjá nýggja miðvallaranum, 22 ára gamla Sani Tahir, sum er úr Nigeria og hevur spælt við Brønshøj í Keypmannahavn, eru ikki komin upp á pláss enn.
Tað verður hjálparvenjarin Símun Joensen, sum á beinkinum fer at hava ábyrgdina av KÍ liðnum. Mikkjal Thomassen varð vístur burtur í Gundadali sunnudagin, og harvið hevur hann ikki loyvi at vera á beinkinum í kvøld.










