Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har KÍ hevur vitjan av HJK Helsinki. Talan er um fyrru av tveimum uppgerðum um, hvat av hesum feløgunum skal halda fram í Conference League.
KÍ hevur áður vunnið samantalt ímóti svenska meistaraliðnum BK Häcken, og KÍ hevur vunnið ímóti norsku meistaraliðunum Bodø/Glimt og Molde FK.
KÍ hevur ongantíð spælt ímóti finska meistaraliðnum. HJK Helsinki hevur tríggjar ferðir áður spælt ímóti føroyskum feløgum. Allar tríggjar ferðirnar hevur HJK Helsinki vunnið. Í 1994 var tað í steypakappingini ímóti B71, í 2018 var tað í meistarakappingini ímóti Víkingi, og í 2019 var tað í meistarakappingini ímóti HB.
Hjá KÍ kemur tað illa við, at onkrir av verjuspælarunum, sum hava nógvar royndir í altjóða fótbólti, ikki eru førir fyri í kvøld at vera millum teir fyrstu ellivu. Her verður hugsað um Odmar Færø, Heina Vatnsdal, Deni Pavlovic og framrættaða Claes Philip Kronberg.
Hetta ber við sær, at René Shaki Joensen í kvøld er miðverji, og harvið verður tað saknur í honum á sentrala miðvøllinum
Á pappírinum sær KÍ liðið soleiðis út:
Mark F. Jensen – René Shaki Joensen, Céderic Yambéré, Alexander Berntsson – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Albert Ejupi, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken
Royndirnar siga, at í altjóða dystunum er uppstillingin 5-4-1, og tí fer liðið at síggja soleiðis út á vøllinum:
Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, René Shaki Joensen, Céderic Yambéré, Alexander Berntsson, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Albert Ejupi, Kristoffer Ødemarksbakken – Páll A. Klettskarð