KÍ profilur skaddur

Ein av týdningarmiklu leikarunum hjá KÍ má sita uttanfyri til dystin móti NSÍ

Tá KÍ í gjár spældi móti AB í Klaksvík, noyddist nýggi áleyparin hjá KÍ, Kenan Hajdarevic, at fara av vøllinum við einum skaða í seinna hálvleiki.

Talan er um lítla fiburspreinging, ið ger, at Kenan nokk verður noyddur at sita uttanfyri tær næstu tvær til tríggjar vikurnar.

 

Sostatt tykist nærum greitt, at Kenan ikki verður partur av liðnum hjá KÍ sunnudagin, sum skal spæla í Runavík móti oddaliðnum, NSÍ.

 

KÍ kann við einum sigri á NSÍ, veruliga blanda seg við í oddastríðið.