KÍ og HB kappast um ársins verjuleikara hjá kvinnum

Tvær KÍ-kvinnur og ein kvinna úr HB kunnu gerast ársins verjuleikarar

Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.


KÍ-verjan einans latið tíggju mál í gjøgnum í 18 dystum, og tað sæst aftur, nú ársins verjuleikari skal veljast. Tær eiga tvær av teimum trimum, sum hava fingið flestar atkvøður frá venjarum, liðformonnum og journalistum. Tann triðja í hesi kappingini kemur úr HB. Tær tríggjar eru:


Bára Skaale Klakstein, KÍ

Liljan av Fløtum, HB

Malena Josephsen, KÍ


Hvør av teimum trimum vinnur, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.