Áki og Allan eru komnir flúgvandi frá byrjan

Áki Egilsnes gjørdist toppskjútti tá ið KA vann næsta dystin í fremstu íslendsku deildini

Áki Egilsnes, Allan Norðberg og felag teirra, KA, hava fingið eina framúr byrjan upp á kappingarárið í bestu íslendsku deildini.

Í fyrsta umfarið vann KA tepran sigur á Akureyri og leygardagin vann føroyingaliðið sín annað dyst á rað, tá ið KA vann stórsigur, 31-20 á Haukar.

 

Í báðum førum gjørdist føroyski høgri bakkurin, Áki Egilsnes toppskjútti við ávikavist átta og níggju málum. Allan Norðberg hevur skotið trý mál í báðum førum.