KÍ nýggjan málmann í kvøld

Talan er um fyrrverandi U21 landsliðsmálverja, ið hevur verið í A-landsliðshópinum

Alt bendir á, at Kristian Joensen í kvøld skrivar sáttmála við KÍ. Fyrrverandi U21 landsliðsmálverjin hevur í ár vart málið hjá 07 Vestur.

 

Les eisini:Tórður skiftir ikki til KÍ

 

Tað var annars B36 málverjin, Tórður Thomsen, sum eftir øllum at døma skuldi blíva nýggjur málverji hjá KÍ. Skiftið bleiv tó av ongum.

 

Les eisini: Trý kríggjast um Tórð Thomsen

 

Síðani vendi Kí sær til 22 ára gamla Kristian Joensen, sum eisini hevur verið partur av a-landsliðshópinum. Nú bendir alt á, at avtalan millum Kristian Joensen og KÍ verður almannakunngjørd í kvøld.

 

Les eisini: Tórður Thomsen steðgar í B36

 

Helst verður talan í fyrstu atløgu um ein 1-ára sáttmála.

 

Les eisini: Nú er bara KÍ eftir