KÍ kvinnurnar til Litava

Í dag hevur lutakast verið til bólkaspælið í UEFA Women’s Champions League

Tey 32 feløgini í lutakastinum, sum var í Nyon, vóru býtt í fýra styrkisbólkar, og sum nakað óvanligt fyri føroyskan fótbólt var KÍ styrkismett í næststerkasta styrkisbólkinum.

KÍ er einasta felag í Europa, sum hevur luttikið á hvørjum ári í UEFA Women’s Champions League. Kappingin byrjaði í 2001, og KÍ hevur verið meistari og føroyskt umboð í Europa allar 14 kappingarnar síðani.

Fýra lið vórðu drigin í hvønn av teimum 8 bólkunum, og bólkaspælið verður avgreitt í døgunum frá 9. til 14. august. Eitt felag í hvørjum bólki er vertur fyri kappingini, og allir dystirnir verða avgreiddir á staðnum.

KÍ skal í ár spæla sítt bólkaspæl í Litava, og feløgini í bólkinum eru hesi:
1. Apollon Limassol, Kypros
2. KÍ, Føroyar
3. Gintra Universitetas, Litava
4. KS Vllaznia, Albania

Hetta er triðju ferð, at KÍ spælir Champions League kapping í Litava, og KÍ hevur áður spælt ímóti bæði Gintra Universitetas og Apollon Limassol í altjóða dysti. Liðið av Kyrpos, sum hevur hægstu styrkismetingina, er favorittur at vinna bólkaspælið.