Í fjør settu KÍ kvinnurnar heimsmet, tá ið tær vunnu FM fyri fimtandu ferð á rað. Í dag hava KÍ kvinnurnar sett nýtt heimsmet, tí tær hava tryggjað sær 16. FM heitið. Tað gjørdu tær við tíðliga seinnapartin at vinna sannførandi 6-0 heimasigur ímóti ÍF/Víkingi.
Hetta var í 20. og fimti síðsta umfari. KÍ hevur 46 stig, og næsti avbjóðarin – um tað ber til at tosa um avbjóðara – hevur 30 stig. Tað er EBS/Skála.
KÍ restar fýra dystir. Teir eru ímóti HB á heimavølli, ÍF/Víkingi á útivølli, AB/B36 á heimavølli og í síðsta umfari, sum verður 10. oktober, ímóti EBS/Skála á útivølli.
Merkisvert er tað, at KÍ kvinnurnar sjálvar hava tikið sær av venjingunum í ár. Tær hava ongan venjara havt!
mynd: nordlysid.fo









