Klaksvíkar Kommuna ger nógv burturúr stóra sigrinum hjá KÍ kvinnunum. Hetta er nakað sum tær ikki eru vanar við, greiðir Malena Josephsen, úr KÍ, frá.
Kvinnurnar hava verið sera spentar til dagin. Tá tær vunnu síðsta ár, fingu tær at vita frá kommununi at um tær vunnu í ár, skuldi so nógv gerast burturúr, at tær ongantíð fóru at gloyma tað aftur, sigur Malena Josephsen.
- Vit eru sera spentar og vóna bara at tað vera nógv fólk til dystin og tiltakið aftana, sigur hon.
KÍ kvinnurnar hevur verið liðið sum hevur havt flest áskoðarar til dystirnar, og tað hevur nógv at siga fyri kvinnurnar at fólk eru áhugaði í tí sum tær gera, sigur Malena Josephsen.










