Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá KÍ-kvinnunum í undakappingini til Champions League, sum í hesum døgum verður leikt í Litava. Tveir teir fyrstu dystirnar í bólkaspælinum, har fýra lið eru í hvørjum bólki, tapti KÍ ávikavist 1-2 og 0-2 ímóti Vllaznia úr Albania og Gintra úr Litava.
Í dag spældu tær seinasta dystin í bólkaspælinum. Dysturin var ímóti Apollon av Kýpros. Apollon vann dystin 3-1 eftir at hava verið á odda 2-1 í hálvleikinum. Málið, sum KÍ fekk, var eitt sjálvmál í 19. minutti. Støðan gjørdist tá 1-1.
Úrslitið ber við sær, at KÍ einki stig fekk í undanbólki 6 og harvið eru tær útslignar úr Champions League.