KÍ kvinnur: Heimsmetið ræðir venjarar

KÍ kvinnurnar er uttan venjara. Heimsmetið tykist styggja venjararnar

- Eg má bara ásanna, at vit ongan venjara hava funnið enn. Vit hava tosað við nakrar, men enn hevur ongin játtað at taka av, sigur Heri Ellingsgaard, sum tekur sær av besta kvinnuliðnum hjá KÍ.

 

Í fjør vunnu tær meistaraheitið fyri 15. ferð upp í slag og settu heimsmet. Nú er líkt til, at uppgávan at taka sær av KÍ kvinnum er blivin ein ov stór uppgáva, tí einki er at vinna, meðan alt er at tapa.

 

- Ja, tað er partvís rætt, men eg haldi ikki uppgávan er so ræðandi. Tær flestu av royndu spælarunm halda fram, og vit hava fleiri góðar ungar spælarar, sigur Heri Ellingsgaard og leggur afturat.

 

- Vit mugu bara síggja í eyguni, at fyrr ella seinni, so má KÍ tapa. Tað vita vit eisini, men talan verður ikki um eitt korthús, sum koppar alt, sum tað er. Tú skal vera djarvur fyri at taka starvið, men kvinnuliðið hjá KÍ er væl fyri, sigur Heri Ellingsgaard.

 

Tær eru longu byrjaðar at venja. Fyribils eru tað royndu spælararnir, sum taka sær av venjingini. KÍ er í løtuni uttan málverja, tí Randi Wardum er givin í felagnum, meðan Monika Biskopstø ikki verður tøk fyrstu tíðina av kappingarárinum.

 

- Vit leita eisini eftir einum málverja, so tað er ein møguleiki at gera eina pakkaloys, har komandi venjarin er ein spælandi venjari, sigur Heri Ellingsgaard, sum leggur afturat, at tað er ikki óhugsandi at KÍ má leita uttanfyri Føroyar eftir eini loysn.

 

At enda verður sagt, at KÍ ynskir at fáa sett nýggja venjara áðrenn januar mánaði er komin at enda.