Fyrsti dystur í 20. umfari í Effodeildini varð leiktur í kvøld, tá ið KÍ heima í Klaksvík á Summarfestivalinum hevði vitjan av HB í góða gamla klassikaranum. Vøllurin við Djúpumýru var sum vera man væl stúvaður av fólki í sambandi við festivalin, og serliga heimafjøldin fekk gott undirhald fyri pengarnar.
Dysturin byrjaði lívliga, men dovnaði síðani aftur soleiðis sum fyrri hálvleikur leið. Tað sá leingi út til at einki mál skuldi koma í fyrra hálvleiki, men minuttin fyri hálvleikssteðgin eydnaðist tað KÍ at leggja seg á odda 1-0. Tað var Ndende, sum sendi bóltin í netið eftir frísparksinnlegg frá Henry Heinesen.
Í seinna hálvleiki royndi HB at svara aftur, men tað gekst illa – kanska serliga illa gekst á seinasta triðinginum av vøllinum, har Poul Ingason var ógvuliga einsamallur og eisini varð útskiftur. KÍ hevði hinvegin nakrar góðar málmøguleikar í mótálopunum, men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at Heðin Klakstein staðfesti ein 2-0-sigur.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2007, at KÍ megnar at vinna heima á summarfestivalinum. Ikki einans man tað kennast sum ein søtur sigur hjá KÍ at vinna ímóti arvafíggindanum úr HB, men tey trý stigini hava eisini stóran týdning í stríðnum um fjórða plássið, sum HB framvegis hevur – nú tó einans við tveimum stigum frammanfyri KÍ.
KÍ – HB 2-0 (1-0)
1-0: Ndende Adama Gueye, 44.
2-0: Heðin Klakstein, 93.
in.fo hevði beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum, og hon kann lesast niðanfyri:
Liðugt: KÍ hevur vunnið ein uppibornan 2-0-sigur ímóti HB.
93min.: Máááál! 2-0 til KÍ! Eftir eitt sindur av aftur og fram er tað Heðin Klakstein, sum prikar bóltin í málið til 2-0. Heimafjøldin kókar, nú sigurin uttan iva er komin í hús.
90min.: Fýra minuttir eru lagdir afturat vanligu leiktíðini.
88min.: KÍ skiftir út. Ísak Simonsen kemur á vøllin í staðin fyri Henry Heinesen.
87min.: HB-ararnir eru illa nøgdir við støðuna. Nú fekk Andrew av Fløtum gult kort fyri harðliga takkling ímóti Jonas Flindt Rasmussen.
85min.: Enn eitt gott KÍ-mótálop, men aftur hesaferð bjargar Teitur M. Gestsson, tá ið Henry Heinesen roynir seg.
81min.: Fróði Benjaminsen jarðleggur Atla Danielsen og fær gula kortið.
80min.: Meinhardt Joensen og Jonas Flindt Rasmussen eru ósamdir um hvør skal taka bóltin, og tað endar við, at Andrew av Fløtum kemur ímillum og gerst púra leysur. Hjálpardómarin hevur tó flaggið uppi og vandin er av.
79min.: HB fremur sína triðju og seinastu útskifting. Teit Jacobsen avloysir Rók av Fløtum Jespersen.
73min.: Ein góður møguleiki í part. Teitur M. Gestsson bjargar væl eftir at Jóannes Bjartalíð roynir seg eftir mótálop, og minni enn ein minutt seinni er Fróði Benjaminsen tætt við at javna við stútara.
72min.: HB repar seglini og okkurt bendir á, at KÍ-leikararnir eru við at gerast troyttir. HB leggur í løtuni trýst á og hevur havt tvey hornaspørk.
70min.: HB skiftir aftur út. Poul Ingason, sum hevur verið einsamallur har frammi og hevur fingið lítið burturúr, fer av vøllinum. Í hansara stað kemur veteranurin Andrew av Fløtum.
69min.: Jákup B. Andreassen roynir kanónina, men hann rakar í ein HB-ara.
68min.: HB hevur bóltin meiri í løtuni, men teir hava ilt við at lata KÍ-verjuna upp. KÍ-ararnir eru nøgdir við støðuna og latast hava góða tíð.
65min.: HB er um at koma í góða støðu, men tað spyrst einki burturúr og tá ið Jóannes Bjartalíð fær bóltin, kastar Jógvan Rói Davidsen seg í harðliga takkling og fær gult kort.
63min.: Henry Heinesen hjá KÍ fær gula kortið fyri at steðga lovandi HB-álopi.
61min.: Hornaspark til KÍ, sum tó er uttanfyri málstrikuna, tá ið tað verður skotið innfyri.
60min.: Tað er eingin ivi, tá ið KÍ fær bóltin. Teir seta nógva ferð á fram eftir vøllinum, og serliga Teitur M. Gestsson og Rógvi Holm hava havt úr at gera við at verja fyri innleggum.
56min.: HB fremur sína fyrstu útskifting. Adrian Justinussen verður útskiftur, og í hansara stað kemur Jógvan Rói Davidsen.
53min.: Nú roynir HB at svara aftur. Christian R. Mouritsen er ímillum teir mest eyðsýndi, og hann hevur júst roynt seg við enn einum skoti, sum KÍ tó aftur fær vart fyri.
48min.: Aftur hesaferð er tað KÍ, sum hevur lagt bragdligari fyri. Teir eru kvikari og meiri beinleiðis í sínum spæli, meðan HB ikki fær nógv burturúr.
Hálvleikur: Málið hjá KÍ var tað seinasta nevniverda, sum hendi í fyrra hálvleiki. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer í seinna hálvleiki.
44min.: Mááááál! 1-0 til KÍ! Eftir frísparksinnlegg frá Henry Heinesen stýrir Ndende Adama Gueye bóltinum í málið, soleiðis at KÍ nú er á odda 1-0. Stór frøði á heimaáskoðarunum.
43min.: Nú var tað HB, sum fekk tvey hornaspørk í sama álopi. Alt endar við, at Meinhardt Joensen loftar bóltinum.
40min.: HB spælir sær av við bóltin og KÍ fer í mótálop, men HB fær ruddað burt og tað verður hornaspark til KÍ.
35min.: Í løtuni er tað HB, sum bjóðar av. Atli Danielsen fær gula kortið fyri at bremsa einum HB-álopi ólógliga.
30min.: Góður møguleiki til KÍ! Eftir mótálop var KÍ í yvirtalsstøðu, men seinasta spælingin til Hjalgrím Elttør var heldur óneyv og Teitur M. Gestsson bjargaði skotroynd hansara úr spískum.
26min.: Heimaliðið smæðist ikki burtur. Júst nú hava teir havt tvey hornaspørk afturat, sum bæði lógu væl og vóru um at gerast vandamikil, men alt endaði við, at bríkslað varð fyri frísparki til HB.
23min.: Fyrri hálvleikur er nú hálvrunnin, men enn verður bíðað eftir fyrsta stóra málmøguleikanum.
18min.: Eftir neyvt innlegg roynir Heðin Klakstein seg við stútara, men hann fer framvið málinum.
15min.: Fyrsta korterið er nú farið av gamla klassikaranum í føroyskum fótbólti, men enn hevur einki skot verið á mál.
12min.: Talan er um eina undirhaldandi byrjan í Klaksvík, har HB nú hevur vunnið seg inn aftur í dystin. Hóast fleiri áleyparar mangla, so royna bæði liðini at leypa á.
10min.: Enn einaferð fær Christian R. Mouritsen bóltin í góðari støðu, men KÍ-verjan fær vart fyri skotroyndini og Ndende ruddar upp.
7min.: KÍ tiltuskar sær fyrsta hornasparkið í dystinum. Heðin Klakstein tekur sær av tí, men HB fær ruddað burt.
5min.: Christian R. Mouritsen hevur gott pláss á vonginum og leggur bóltin fyri føturnir á Fróða Benjaminsen. Liðskiparin roynir seg við skotroynd, sum tó fer framvið málinum.
4min.: KÍ hevur lagt betur fyri og hevur verið ávegis tveimum góðum støðum, sum tó ikki eru blivnar til nakað meiri vandamikið enn tað.
2min.: Merkisvert er tað, at Levi Hanssen í dag spælir á høgra bakki hjá HB. Jógvan Rói Davidsen, sum mangan hevur røkt tað plássið, er á beinkinum.
1min.: Lars Muller hevur bríkslað dystin í gongd.
Undan dystinum: HB er uttan Arnbjørn Hansen, Jóhan Troest Davidsen og Pál M. Joensen, sum allir eru skaddir. Gunnar Haraldsen er leikbannaður og er tí heldur ikki við. Hjá KÍ stendur illa til í álopspartinum, har bæði Páll A. Klettskarð og Kenan Hajdarevic eru skaddir.
Byrjunaruppstillingar:
HB: Teitur M. Gestsson – Levi Hanssen, Rógvi Holm, Bartal Wardum, Alex José dos Santos – Rókur av Fløtum Jespersen, Heini Vatnsdal, Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen, Adrian Justinussen – Poul Ingason
KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ndende Adama Gueye, Moyowa Alli – Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreassen, Atli Danielsen, Heðin Klakstein – Jóannes Bjartalíð