KÍ knívin á barkanum

07Vestur hevur bara vunnið eina ferð í ár, og KÍ hevur ikki vunnið í næstan tríggjar mánaðir

Klokkan 17 í dag er fyrsti dysturin í 17. umfari í bestu fótbóltsdeildini á skránni, og tað er einki at taka seg aftur í, at talan er um tvey lið í djúpum aldudali, sum seinnapartin hittast á Dungasandi í Sørvági.

 

 

Tað kann gott vera, at sólin hevur skinið nógv í Klaksvík í summar. Men í fótbóltinum hevur tað leingi verið øgiliga myrkt. KÍ hevur ikki vunnið fulla úrtøku síðani 28. apríl ella í knappar tríggjar mánaðir. Síðsti sigurin varð vunnin á heimavølli ímóti 07Vestur, sum fór vestur aftur við 5-2 tapi.

 

 

Nú er KÍ á veg til Sørvágs, og klaksvíkingar hava knívin á barkanum. Um tað ikki eydnast at vinna í Sørvági, so kann tað verða so skjótt, at dagsskráin fer at snúgva seg um niðurflyting hjá klaksvíkingum. Allir KÍ spælararnir hava vant í vikuni, men tað verður ikki roknað við, at Jógvan Isaksen enn er nóg væl fyri at spæla.

 

 

07Vestur hevur ikki vunnið síðani 16. mars, tá ið úrslitið á heimavølli ímóti TB var 4-1. Hetta er einasta ferðin, at vágaliðið hevur vunnið fulla úrtøku í ár.

 

 

07Vestur hevur ikki spælt síðani málleysa javnleikin í Gundadali ímóti B36. Síðani tá er Evrard Blé fluttur til B36. Næstsíðsti dysturin var tann á heimavølli ímóti HB. Toppliðið fór úr Sørvági við 2-1 sigri, men 07Vestur beit frá sær, og tað var ikki fyrrenn fimm minuttir undan leikloki, at HB skoraði sigursmálið.

 

07Vestur-KÍ: Lars Múller í dag klokkan 17.00.