Áki Jespersen nýggjur deildarstjóri í FK

Handilin hjá Føroya Keypsamtøku í Dr. Jacobsensgøtu í Havn hevur fingið nýggjan leiðara.

Hesum boðar FK frá á síni heimasíðu.

Áki Jespersen er nýggi deildarstjórin í FK í miðbýnum í Havn.

FK hevur tveir handlar í høvuðsstaðnum. Handilin í miðbýnum og stóru høvuðsdeildina í Hoyvík.