KÍ hevur vunnið seinastu 20 dystirnar móti EB/Streymi

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-EB/Streymur

Seinnapartin klokkan 15 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum KÍ og EB/Streym á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

KÍ er triðfremst í deildini við 42 stigum. EB/Streymur er triðaftast í deildini við 13 stigum. 

 

KÍ hevur vunnið teir seinastu 20 dystirnar móti EB/Streymi í bestu mansdeildini.

 

EB/Streymur hevur tó staðið seg væl móti KÍ hetta kappingarárið. 30. apríl vann KÍ tepurt 1-0 á EB/Streymi í Klaksvík, og tað var um reppið, at EB/Streymur megnaði javnleik 1-1 móti KÍ, ið skoraði sigursmálið til 2-1 í 95. minutti í dysti við Margáir í Streymnesi 16. juni.

 

KÍ hevur eina stóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til KÍ eru 1,15.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 6,76.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til EB/Streym eru 12,85.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##