KÍ hevur endurvunnið FM

Kvinnur: Við teprum sigri ímóti B36 í Gundadalu í kvøld hava KÍ kvinnurnar vunnið FM heitið

Tað restar eitt umfar í landskappingini. Tað verður leygardagin. Tá fær KÍ vitjan av AB/B71. Nú er tað greitt, at FM steypið og gullkrónurnar verða handaðar heimaliðnum í Klaksvík leygardagin.

 

Í kvøld átti B36 heimavøll ímóti KÍ. Fyritreytirnar vóru soleiðis, at um tað eydnaðist gestunum úr Klaksvík at vinna fulla úrtøku, so var tað undan síðsta umfari greitt, at KÍ fór at endurvinna FM heitið.

 

Nú hevur síðsta bríksl ljóðað í Gundadali, og tað er fagnaður í bláu leguni. Úrslitið varð, at KÍ vann 1-0. Málið skoraði liðformaðurin Sanna Svarvardal við langskoti, tá ið tað restaðu tríggir minuttir av fyrra hálvleiki.

 

KÍ vann FM bæði í fjør og í fyrraárið, og harvið er talan um hattrikk í FM heitum í hesum umfarinum. KÍ vann FM fyri fyrstu ferð í 1997, og síðani var KÍ meistari øll árini frá 2001 og fram til 2016 og so aftur øll árini síðani 2019.

 

Sigurin á B36 í kvøld ber sostatt við sær 21. FM heitið.

 

Fyrr í dag vann EBS/Skála við Margáir 4-2 ímóti Víkingi.

 

Dysturin millum 07 Vestur og NSÍ varð útsettur.

 

 

 

201370601346
EBS/Skála201253411841
NSÍ191134642736
Víkingur201028543129
HB20938492527
B36208210364426
07 Vestur194015215612
AB/B71201019101223

 

 

 

Leygardagin 16. oktober

 

KÍ – AB/B71

 

Víkingur – 07 Vestur

 

NSÍ – B36

 

HB – EBS/Skála