Klokkan 15 seinnapartin verður toppdystur við Djúpumýru í Klaksvík, tá KÍ tekur móti HB.
KÍ er greitt oddalið við 45 stigum, meðan HB er nummar trý við 35 stigum.
12 altjóða veddingarfyritøkur hava KÍ sum favoritt til at vinna dystin móti HB.
Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,83 og 1,95.
Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 3,40 og 3,66.'
Oddsini upp á javnleik, ið KÍ betri kann liva við liggja millum 3,30 og 3,57.
Her eru oddsini:
##med2##












