Tað sær av álvara út til, at bjargingarroyndin hjá næstbesta KÍ liðnum fer at eydnast. KÍ hevur mest sum alt kappingarárið verið undir niðurflytingarstrikuni, og tað var liðið eisini undan dystarbyrjan í kvøld, tá ið KÍ hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá B36, sum var á sætta plássi, meåan KÍ var næstaftast við 22 stigum.
Sammett við flestu av undanfarnu ferðunum, so var B36 liðið væl mannað. Millum teir fyrstu ellivu vóru Ragnar Samuelsen, Bjarki C. Nielsen, Hákun Edmundsson og Bjarni Petersen.
B36 legði bragdliga fyri, og tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, legði B36 seg á odda. Málskjútti var Bjarki C. Nielsen.
Áðrenn 20 minuttir vóru farnir, hevði KÍ javnað. Eisini á KÍ liðnum vóru fleiri, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum. Teir vóru Boris Dosljak, Jasper Van Der Heyden, Ivar Sollie Rønning, Børge Petersen og Jonn Johannesen.
Tað var Jonn Johannesen, sum javnaði til 1-1.
Talan var um spentar støður og góðar málmøguleikar í báðum endum. Leingi sá tað út til, at dysturin fór at enda við javnleiki, men í síðstu løtu eydnaðist tað KÍ at skora 2-1 sigursmálið. Málskjútti var Boris Dosljak.
Nú hava bæði B36 og KÍ 25 stig, men KÍ er á sætta og B36 á sjeynda plássi, tí málmunurin hjá KÍ er -8, og hjá B36 er hann -12.
Leygardagin 11. september skulu bæði liðini aftur í eldin. Tá skal B36 spæla á Sandi, og KÍ skal spæla á útivølli ímóti grannunum í Víkingi.