TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við málverjan hjá KÍ, Meinhardt Joensen, aftaná 2-1 heimasigurin hjá KÍ ímóti B36 í dag.
Meinhardt heldur, at KÍ vann seg væl aftur aftaná leiðslumálið hjá B36, og við tveimum góðum málum í fyrra hálvleiki var pallurin settur til seinna hálvleik, har KÍ við einum góðum útgangsstøði kundi taka sigurin heim.
Um paradoksið, har KÍ ger tað gott ímóti teimum stóru liðunum, og ofta minni væl ímóti teimum lægri liðunum, greiðir Meinhardt frá, at tað er ikki so lætt hjá KÍ at spæla ímóti liðum, sum eru nógv í verjustøðu.
Meinhardt hevur vónir um, at KÍ enn kann røkka einum fjórða plássið, sum hevði givið liðnum eina týðandi evropeiska avbjóðing komandi kappingarár.