KÍ greiddi setningin á Argjum

Leikliga avrikið hevur ofta verið meiri sannførandi enn tað var ímóti AB, sum vísti góðan hugburð, men ikki megnaði at hótta toppliðið

Tað kennist ein lætti í bláu KÍ leguni, nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Argjum. Máltalvan vísir 0-2, og harvið hevur KÍ framvegis vunnið allar dystirnar uttan ein – tað var málleysur javnleikur í Sarpugerði. Harvið hevur Europa ævintýrið ikki kostað stig í heimligu kappingini. Fyri tveimum vikum síðani vann KÍ 2-0 á heimavølli ímóti B68.

 

KÍ hevur spælt 17 dystir, og í góðveðrinum á Argjum er KÍ fyri 14. ferð í ár á veg av vøllinum, uttan at mál er skorað ímóti KÍ.

 

KÍ hevur 49 stig og málmunin 47 – 4 fyri 17 dystir, og AB er á áttanda plássi við 17 stigum og málmuninum 24 – 49. Úrslitini í dag bera við sær, at tað eru bæði feløgini í Runavíkar kommunu - NSÍ og Skála - sum nú eru undir strikuni.

 

At tað vóru færri enn 70 tímar frá dystinum í Europa Conference League hóskvøldið og til fyrsta bríksl á Argjum í dag var orsøkin til, at Mikkjal Thomassen hevði gjørt fleiri broytingar á KÍ liðnum. Deni Pavlovic og Jesper Brinck vóru ikki á listanum, Heini Vatnsdal var ikki á vøllinum, og Páll A. Klettskarð varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími.

 

AB spælararnir vístu góðan hugburð. Teir ofraðu seg í nærdystunum, og teir tveittu seg og blokeraðu, tá ið gestirnir í fyrra hálvleiki og eftir uppspæl í bæði høgru og vinstru mitt fyri málinum vunnu seg til góðar málmøguleikar.

 

Jóannes Bjartalíð setti stutt út frá handara stólpa hol á fýra minuttir undan steðginum. Tað var eftir fína diagonalsending frá Árna Frederiksberg.

 

Aftur í dag var Patrick Da Silva á vongverjanum í vinstru sera væl upplagdur, og hann átti uppleggið, tá ið Valerijs Sabala 12 minuttir eftir steðgin økti um KÍ leiðsluna til 2-0.

 

Síðsta hálva tíman ráddi tað hjá KÍ um at varðveita bóltin. Tað gekk ikki altíð so væl, sum tað ofta hevur gjørt fyrr í ár. Argjamenn arbeiddu nógv, og teir vunnu onkrar ferðir bóltin á mótstøðuhálvuni, men tað bar ikki serliga upplagdar málmøguleikar við sær.

 

 

 

AB – KÍ 0-2 (0-1)

 

0-1: Jóannes Bjartalíð 42.

 

0-2: Valerijs Sabala 57.

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

AB: Rói Zachariasen – Jákup Pauli Breckmann, Ramzi Toure Idrissou, Erik McCue, Teitur D. Olsen – Marius  Kryger, Mathias Præst Nielsen, Ragnar Skála, Santiago Nicolas Lebus, Jonas Sapienza – Bartal S. Petersen

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Valerijs Sabala, Jóannes Bjartalíð

 

-

 

17161047449
Víkingur171313531640
HB181143372037
B3616817311525
EB/Streymur18738243524
07 Vestur185310234818
B68185211263917
AB185211244917
NSÍ175012214115
Skála17151120398

 

-

 

Mikudagin 17. august

 

Skála – Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 19.00

 

B36 – NSÍ: Alex Troleis kl. 18.00

 

Sunnudagin 21. august

 

KÍ – 07 Vestur: 

 

Víkingur – B68: Eiler Rasmussen

 

EB/Streymur – B36: Petur Reinert

 

HB - Skála: Rani A. Skaalum

 

AB – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen