Eins og fleiri onnur føroysk fótbóltsfeløg er KÍ nú farið undir at gera sáttmálar við spælararnar hjá sær. Í fyrsta umfari eru sáttmálar gjørdir við teir báðar nýggju spælararnar í felagnum, Marek Vierzbicki og Zoran Mancic, men ætlanin er um stutta tíð eisini at fáa sáttmálar gjørdar við hinar 1. deildarspælararnar.
? Ætlanin er at gera sáttmálar við allan 1. liðshópin, tað vil siga eini 16-18 mans, sigur Jóanes Jakobsen, sum eisini í ár er venjari hjá KÍ.
Hann sigur, at avtalan við Marek Vierzbicki og Zoran Mancic er ein avtala frá í fjør, meðan felagið hevur munnligar avtalur við hinar spælararnar, og í næstum fáa teir so eisini sáttmálar við felagið.
Í eitt nú HB eru sáttmálar higartil bert gjørdir við teir spælararnar, sum størst gravgangur hevur verið eftir millum hini feløgini, men í KÍ halda tey tað vera rættast at gera sáttmála við allar spælararnar og ikki bert nakrar fáar.
? Eg haldi eisini, at tað hevði verið eitt slag av fornermilisi at krevja av spælarunum, at teir brúka so nógv av síni frítíð til fótbólt, uttan at geva teimum nakað afturfyri. Nú fáa teir so ágóða fyri ta tíð, teir brúka upp á fótbóltin, sigur Jóanes Jakobsen.
Fleiri orsøkir
Jóanes Jakobsen sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at KÍ nú fer at gera sáttmálar við sínar spælarar. Ein av orsøkunum er sjálvandi fyri at tryggja, at spælararnir verða verandi í KÍ, men Jóanes heldur ikki, at so nógvir høvdu rýmt úr KÍ kortini.
Ein onnur orsøk er, at felagið so fær okkurt burturúr, um nú okkurt útlendskt felag skuldi farið avstað við onkrum spælara.
? Tá eitt felag hevur uppalt ein spælara frá barnsbeini av og lagt nógvar pengar og orku í hann, haldi eg, at tað bert er rímiligt, at felagið fær okkurt burtur úr honum peningaliga, um nú hann skuldi farið uttanlands, sigur Jóanes Jakobsen, sum so avgjørt heldur, at vit eiga at stuðla teimum spælarum, ið hava hug at fara uttanlands at royna seg.
? Sáttmálin er eisini ein viðurkenning frá felagnum fyri tað arbeiðið, spælarin ger fyri felagið við at brúka sína tíð upp á tað. Og harafturat er tað eisini tað reint sosiala í tí, sigur Jóanes, sum her hugsar um familjurnar hjá spælarunum, sum eisini merkja, at fótbólturin fer við nógvari tíð.
Læra teir yngru
Føroyski fótbóltsheimurin gongur í hesum døgum ígjøgnum eina stóra broytingartíð, og tað at geva monnum pengar fyri at spæla fótbólt er ikki so loyniligt longur. Jóanes Jakobsen heldur eisini, at hetta er tann rætti vegurin at ganga.
? Vit uppliva í dag eina veruliga fótbóltskollvelting í Føroyum. Hugburðurin til fótbólt og pengar broytist eisini sera nógv. Fyri teir eldru spælararnar er alt hetta nýtt, og tað ganga ivaleyst nøkur ár, áðrenn alt veruliga kemur upp á pláss, sigur Jóanes Jakobsen.
? Hinvegin verða teir yngru spælararnir vandir upp við hesum, so fyri teir fer tað ikki at vera so fremmant, tá teir eina ferð skulu spæla í 1. deild, sigur hann.
Tað er eisini vorðið nógv vanligari, at spælarar flyta millum feløg. KÍ hevur ikki verið heilt so nógv rakt av hesum. Tveir klaksvíkingar spæla í dag í donsku superliguni, og eitt nú Allan Mørkøre spælir nú við HB og hevur fyrr eisini spælt við B36.
? Tað er eingin ivi um, at tað eru pengarnir, sum flyta fólkið. Men eg haldi, at felagskenslan er eitt sindur sterkari her enn aðrastaðni í landinum, sigur KÍ-venjarin, sum ikki hevur mist nakran spælara frá hópinum í fjør. Heðin á Lakjuni fer í dag til Onglands, har hann skal venja við Watford, men hann kemur heim aftur seinni í mánaðinum.
Kunnu ikki liggja
stillir allan veturin
Í vetur hevur KÍ givið sínum spælarum tilboð um at venja í KÍ-høllini tvær ferðir um vikuna. Endamálið hevur verið at hava spælararnir í gongd alt árið. Jóanes Jakobsen heldur, at vit mugu koma burtur frá tí, at spælararnir liggja stillir alt árið.
? Innanduravenjingarnar í vetur hava eisini fingið sera góða undirtøku, serliga millum teir yngru spælararnir. Vit hava rættiliga nógvar familjumenn í 1. liðshópinum, og tað er væl skiljandi, at teir ikki hava gjørt heilt so nógv við tað í vetur sum teir yngru, sigur Jóanes Jakobsen.
Annars heldur hann, at KÍ er væl fyri í ár. Uppmøtingin hevur verið góð, og hópurin er breiður ? eini 20 mans ? og væl fyri. Allan Joensen hevur júst fingið skurðviðgerð í fótin aftur. Hann varð lagdur undir skurð í fjør og spældi ikki nógv við tá, men tað vísti seg í vár, tá venjingin byrjaði, at tað gjørdist neyðugt við enn einum skurði. Í Klaksvík vóna tey, at hann kann vera við í ár, tí tað hevði eisini verið ein stórur styrkur á liðnum.
Seinastu dagarnar hevur kavin ligið um alt landið, og tað ávirkar sum vera man eisini venjingina. Eitt nú hevur B36 fleiri ferðir brúkt høllina í Studentaskúlanum í Hoydølum at venja í, og eisini KÍ hevur vant í høllini, meðan kavin hevur ligið. Jóanes Jakobsen sigur, at tað er ógjørligt at venja á vøllinum, nú kavin er so nógvur, og tað ber heldur ikki til at renna. Í gjárkvøldið var ætlanin at fara út á gongubreytirnar í Klaksvík at renna.