So hava eisini KÍ og B36 spælt móti hvørjum øðrum tríggjar ferðir hetta kappingarárið.
Úrtøkan var sjey stig til KÍ, og eitt stig til B36. Tað var ógvuliga nær við, at KÍ vann tríggjar 1-0 sigrar, men Bjarki Nielsen vildi tað øðrvísi í tí triðja og seinasta dystinum, tá hann í 94. minutti javnaði til 1-1.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 3-1 til KÍ.
Her eru úrslitini í dystunum millum KÍ og B36 hetta kappingarárið:
KÍ-B36 1-0 (1-0) - 12. mars
1-0 Jóannes Bjartalíð (10.)
B36-KÍ 0-1 (0-0) - 19. juni
0-1 Anders Sølvsten Holvad (25.)
KÍ – B36 1-1 (0-0) - 1. september
1-0: Árni Frederiksberg 58.
1-1: Bjarki C. Nielsen 94.