Áki Egilsnes hevur longt sáttmálan við KA í tvey ár afturat, boðar felagið frá á heimasíðu síni.
Felagið sigur, at hann hevur spælt væl í vetur, hóast hann hevur verið darvaður nakað av skaðum.
- Hann er bara 22 ára gamal og hevur tí framtíðina fyri sær, skrivar felagið.
- Tað hevur gingið væl hjá mær og liðnum, og eg havi fingið fulla spælitíð. Eg trívist bara heilt væl her í KA og haldi, at eg kann menna meg nógv her, sigur føroyski landsliðsspælarin við in.fo.
Tað var í summar, at Áki Egilsnes skifti úr VÍF til KA í Íslandi, sum í løtuni liggur á øðrum plássi í næstbestu íslendsku deildini.