KÍ fær ein royndan dómara í Molde

41 ára gamli, Nikola Dabanović úr Montenegro skal døma seinna dystin millum Molde og KÍ

Í annaðkvøld klokkan 18 er sannleikans tími hjá Molde og hjá KÍ.

 

Tá spæla liðini seinna dystin í triðja undanumfarinum í Champions League. KÍ er á odda 2-1 frá tí fyrra dystinum á Tórsvølli. 

 

Tað verður lukkutíð ein royndur 41 ára gamal dómari, ið fer at døma dystin.

 

Nikola Dabanović úr Montenegro verður høvuðsdómari, og hann hevur dømt dystir í evropeiskum kappingum fyri felagslið síðani 2015. Áðrenn 2015 dømdi Nikola Dabanović fleiri ungdómslandsdystir og UEFA Youth Cup dystir.

 

Nikola Dabanović hevur verið FIFA-dómari síðani 2009, og hann er tað sum nevnt verður: ein fyrsta kategori´s dómari. So talan er um ein dómara av ovastu hill.

 

Nikola Dabanović hevur dømt í bestu deildini í Montenegro síðani 2006.

 

Molde FK (NOR) - KÍ Klaksvík (FRO)

Dómari: Nikola Dabanović (MNE)

Hjálpardómari 1: Vladan Todorović (MNE)

Hjálpardómari 2: Srđan Jovanović (MNE)

Fjórði dómari: Miloš Bošković (MNE)

VAR dómari: Ivan Bebek (CRO)

VAR hjálpardómari: Mario Zebec (CRO)

UEFA dómaraeygleiðari: Marián Ružbarský (SVK)

UEFA umboð: Patricia González García (ESP)