KÍ er risastórur favorittur móti 07 Vestur

Her eru oddsini upp á dystin 07 Vestur-KÍ

Í morgin seinnapartin klokkan 15 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum 07 Vestur og KÍ á Dungasandi í Sørvági. 

 

07 Vestur er nummar seks í deildini við 27 stigum. KÍ er nummar tvey við 57 stigum, seks stig aftanfyri oddaliðið, Víkingur.

 

Fyrr í ár hevur KÍ vunnið 4-0 á 07 Vestur á Dungasandi, og 2-0 á 07 Vestur í Klaksvík.

 

KÍ er risastórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til 07 Vestur eru 13,91.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 7,51.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 1,13.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##