Áki er ivasamur

Tað er framvegis sera ivasamt, um Áki Olsen fer at verða tøkur til dystirnar móti Rumenia

Landsdystur


Einki er at ivast í, at Áki Olsen vanliga telist millum teir tryggastu í landsliðssessinum, men tá vit tosaðu við hann hósmorgunin, var hann alt annað enn vísur í, at hann fór at vera á vøllinum.

Orsøkin er skaðin í fótliðnum, sum Áki hevur drigist við, síðani VÍF í oktober mánaði leikti móti Kyndli. Síðani tá hevur Áki tó spælt nakrar nakrar dystir, men nú um jólini versnaði skaðin aftur. Kanska orsakað av møði eftir nógva venjing.


Torfør avgerð

Um vónirnar fyri at spæla móti Rumenia, var Áki sum sagt sera ivasamur, tá vit tosaðu við hann hósmorgunin.

- Akkurát nú veit eg slettis ikki, hvørju støðu eg fari at taka. Tað verður nakað, sum eg taki støðu til í kvøld, men eg skal ikki dylja, at tað er ein torfør avgerð.

- Sjálvsagt vil eg fegin vera við, og til ein slíkan dyst kann mann eisini bíta nakað av pínu í seg. Hinvegin er spurningurin eisini, um liðið ikki hevur betri av, at ein spælari, sum er 100% klárur, spælir, heldur enn at onkur fer hálvskaddur á vøllin.

- Har umframt eru jú eisini dystir tey bæði komandi vikuskiftini, og hesum vil eg eisini vera partur av, so tað eru fleiri lutir, sum fara at ávirka støðutakan mína.