Í morgin vera steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum leiktar á Tórsvølli.
Klokkan 15 spæla kvinnurnar hjá HB og KÍ. Jóna Nicolajsen og Frankie Jensen siga beinleiðis frá dystinum á FM1.
Klokkan 19 spæla mennirnir hjá KÍ og Víkingi. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.
Seks altjóða veddingarfyritøkur sum geva odds uppá finaluna um løgmanssteypið millum KÍ og Víking hella greitt til ein KÍ-sigur aftaná vanliga leiktíð.
Oddsini uppá KÍ-sigur í vanligu leiktíðini liggja millum 1,45 og 1,55.
Oddsini uppá Víkinga-sigur í vanligu leiktíðini liggja millum 4,40 og 5,09.
Oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,70 og 4,14.
HER eru oddsini:
##med2##












