Áki Egilsnes: Nú veit eg hvat krevst

(FM1) Hoyr Áka Egilsnes taka samanum 17-35 (8-17) tapið ímóti Danmark

Millum teir sum Sjúrður H. Hoydal fekk orðið á í beinleiðis samrøðu á FM1 aftaná 17-35 (8-17) tapið ímóti Danmark í Skjern var Áki Egilsnes, ið dagliga spælir við KA í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

- Nú veit eg hvat krevst, staðfestir Áki Egilsnes sum ein lærdóm aftaná dystin ímóti Danmark.

 

Føroyar møta Danmark á útivølli í apríl, og nú verður setningurin hjá Áka og liðfeløgunum á landsliðnum at bøta um úrslitið til liðini møtast aftur.

 

Áki Egilsnes hevði ikki væntað at fáa eitt stig burturúr báðum EM-undankappingardystunum í hesari vikuni. Hann hevði bara vónað, at føroyska liðið kundi standa seg væl í báðum dystunum. Nú hevur føroyska liðið fingið stig ímóti Montenegro, og tað er hann sera fegin um.