Tað var tætt, og tað var sera spennandi, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi í dag høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ.
Víkingur vann 1-0. Málið skoraði Óla Kristian Skála Jacobsen úr spískum longu í 9. minutti. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.
Tølini siga, at talan var um javna og spennandi uppgerð. Víkingur vann fimm hornaspørk, og KÍ vann fimm hornaspørk.
KÍ pressaði síðstu løtuna fyri at vinna eitt stig, og tað var tætt við, tá ið bólturin varð sendur í stólpan aftanfyri Hans Jákup Arngrímsson og so var liðugt.
Víkingur er á triðja plássi við 15 stigum, og KÍ er á fjórða plássi við 12 stigum.
Hósdagin eigur Víkingur heimavøll ímóti B71, meðan KÍ fer í Gundadal at spæla ímóti B36.