Munurin var bara eitt mál, tá ið fyrri hálvleikur var liðugur. Men í seinna hálvleiki var einki at rafla um. KÍ skoraði trý mál aftrat, og so varð sigurin 5-1.
Tað er møguleiki fyri, at tey trý stigini, sum í dag í Fløtugerði í Fuglafirði vórðu drigin í KÍ reiðrið fara at visa seg at vera endaliga trygdin fyri, at FM heitið longu nú endar í Klaksvík. Tað valdast um, hvussu tað endar í Sørvági, har teir nú klokkan 17 fara undir seinna hálvleik. Eftir fyrra hálvleik er Víkingur frammanfyri 1-0. Um Víkingur vinnur øll stigini, so verður FM avgerðin útsett til í næsta mánað.
ÍF er illa kroyst av niðurflytingarhóttan. Í dag vístu fuglfirðingar góðan hugburð, og tað birti undir vónina, at tað kanska fór at eydnast at vinna stig, tá ið Emil Weihe Joensen eftir innlegg úr høgru frá Steinbjørn Olsen javnaðiu til 1-1.
Árni Frederiksberg var aftur í dag øgiliga eyðsýndur. Hann setti hol á við fínum skoti úr høgru, og hann tiltuskaði KÍ brotssparkið, sum Jóannes Bjartalíð umsetti til 2-1 leiðslu.
Og í seinna hálvleiki skoraði Árni Frederiksberg til 5-1, og hann átti næstsíðsta fótin á, tá ið Jóannes K. Danielsen økti til 3-1, og hann átti hornasparkið úr høgru, tá ið Børge Petersen úr stuttari fjarstøðu skoraði til 4-1. Hetta var fyrsta málið hjá U-21 landsliðsmiðverjanum á besta KÍ liðnum.
ÍF – KÍ 1-5 (1-2)
0-1: Árni Frederiksberg
1-1: Emil Weihe Joensen
1-2: Jóannes Bjartalíð br
1-3: Jóannes K. Danielsen
1-4: Børge Petersen
1-5: Árni Frederiksberg