KÍ vann í gjár toppdystin móti HB í Betri deildini 3-2. Við sigrinum er KÍ tíggju stig fremst, nú ein triðingur er eftir. KÍ hevur verið einaráðandi í landskappingini og tað skyldast millum annað góðum verjuspæli.
Tí tá HB í 61. minuttir minkaði um munin við beinleiðis frísparki frá Daniel Johansen, so var tað 1004 landskappingarminuttir síðani nakað lið seinast skoraði móti KÍ. Tað var júst HB, sum 28. apríl skoraði til 2-1 í 7. umfari í Klaksvík. Tá javnaði KÍ til 2-2 í yvirtíðini og hevur vunnið allar uttan ein síðani tá.
Málúrtøkan hjá KÍ sigur eisini sína søgu. KÍ hevur skorað 69 mál og bara latið seks mál inn. Tað gevur eina málúrtøku upp á +63. HB hevur næstbstu málúrtøkuna og hon er til samanberingar bara +38. Síðani skulu vit niður á +20 hjá Víkingi.
Eitt kappingarár er 2430 almennar minuttir langt, men her kann eisini leggjast afturat allir teir minuttirnir, ið dómarin leggur afturat. Tað er næstan eitt hálvt kappingarár uttan at lata mál inn.
##ms##












