Khodorkovskij-málið vísir hvør ræður í Russlandi

Tað nógv umrødda rættarmálið ímóti russiska vinnulívsmanninum Mikhail Khodorkovskij kann geva eina greiða ábending um, hvør hevur tað veruliga valdið í dagsins Russlandi - tær konservativu ella tær liberalu kreftirnar. Vladimir Putin ella Dmitrij Medvedev

Mikhail Khodorkovskij, sum eina ferð átti russiska oljufelagið Yukos, var aftur í rættinum í Moskva mánadagin, og sum væntað varð hann dømdur sekur í ákæruni um umfatandi fíggjarligt svik.
Niðurstøðan hjá rættinum var, at Khodorkovskij stjól 218 milliónir tons av olju í árunum frá 1998 til 2003. Hann var tó ikki einsamallur, tí sambært rættinum arbeiddu hann og fyrrverandi handilsfelagi hansara, Platon Lebedev, saman um stuldurin, og báðir vórðu dømdir sekir.

Vísir hvør ræður
Millum tey mongu skjølini, sum WikiLaeks hevur almannakunngjørt í seinastuni, er eitt, sum hevur samband við rættarmálið ímóti Mikhail Khodorkovskij. Skjalið, sum er frá 2007, stavar frá amerikonsku sendistovuni í Moskva, har amerikonsku deplomatarnir umrøða ákærurnar, sum vórðu reistar ímóti Khodorkovskij tað árið. Har endurgevur ein av diplomatunum eina russiska keldu, sum hevur sagt sær, at Mikhail Khodorkovskij verður sitandi í fongsli, so leingi Vladimir Putin hevur ræðið í Russlandi.
Amerikanski diplomaturin endurgevur eisini ta russisku kelduna fyri at hava sagt, at einki hald var í ákærunum ímóti Khodorkovskij um oljustuldur, og at tað var Kreml, sum stýrdi rættarmálinum.
Endurgevingarnar hjá diplomatinum stóðu í einum brævi, sum táverandi amerikanski sendiharrin í Russlandi, William J. Burns, hevði skrivað undir.

Innanhýsis stríð
Rættarmálið ímóti Mikhail Khodorkovskij hevur stórt politiskt symbolvirði, og málið hevur vakt sterkar kenslur í Russlandi.
Jakub M. Godzimirski, sum arbeiðir sum granskari á uttanríkispolitiska stovninum í Oslo, sigur við blaðið VG, at úrslitið av Khodorkovskij-rættarmálinum kann avdúka, um tað er Dmitrij Medvedev, forseti, ella Vladirmir Putin, forsætisráðharri, sum hevur tað veruliga valdið í dagsins Russlandi.
-Nógv høvdu væntað, at Medvedev fór at broyta rættarmálið, so tað fekk eitt annað úrslit enn tað væntaða, men tann stóri spurningurin er nú, hvør veruliga hevur tað avgerandi orðið í Kreml, sigur norski granskarin.
Jakub M. Godzimirski sigur, at ta seinastu tíðina hevur Dmitrij Medvedev fleiri ferðir víst seg sum ein sjálvstøðugan leiðara, sum leggur størri dent á liberal og demokratisk virði enn forsætisráðharrin, Vladimir Putin. Men verður dómurin ímóti Khodorkovskij staðfestur, bendir mangt á, at tað er framvegis Putin, sum er tann sterki maðurin í Kreml.
-Í løtuni er eitt stríð ímillum liberalar og konservativar kreftir í Russlandi. Annaðhvørt er Medvedev samdur við Putin, ella hevur Putin valdið, sigur Godzimirski.

Dømdur í 2005
Í 2005 varð Mikhail Khodorkovskij dømdur átta ára fongsul fyri fíggjarsvik og skattasvik tey árini, hann hevði oljufelagið Yukos. Verður hann eisini dømdur hesaferð, skal hann væntandi sita eini seks ár afturat í fongslinum. Sjálv revsingin er ikki ásett enn.
Rættarmálið, sum endaði fyrradagin, byrjaði í rættinum í Moskva tann 31. mars í 2009. Upprunaliga vildi ákæruvaldið hava Khodorkovskij dømdan fyri at hava stolið 350 milliónir tons av olju, men nøgdin bleiv seinni sett til 218 milliónir tons. Samstundis broytti ákæruvaldið kravið um revsing. Upprunaliga kravdi ákæruvaldið Khodorkovskij dømdan 15 ára fongsul, men kravið bleiv nú seks ára fongsul.

Óheppið mál
Stríðið millum myndugleikarnar og Mikhail Khodorkovskij hevur líka frá byrjan havt áhuga hjá russiskum fjølmiðlum, men í seinastuni eru summir fjølmiðlar vorðnir munandi meiri opinskáraðir og atfinningarsamir, tá teir hava viðgjørt rættarmálið ímóti fyrrverandi oljuríkmanninum.
Tá rætturin feldi dóm í málinum mánadagin, vóru meiri enn 100 tíðindafólk komin at lurta eftir úrskurðinum. Men tey sluppu ikki inn í rættarsalin at lurta, tí vaktarmenninir róku tey á dyr. Sjónvarpið ætlaði eisini at senda frá úrskurðinum, men sendingin bleiv avlýst.
Jakub M. Godzimirski sigur, at teir russisku fjølmiðlarnir brúka nógva tíð og nógv pláss til at umrøða nútímansgerð og liberalisering, og at í hesum sambandi hevur Khodorkovskij-málið neiliga ávirkan.
-Tað, sum er hent, er óheppið fyri umdømið hjá russiska rættarsamfelagnum, sigur norski granskarin.

Ein tjóvur
Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, hevur ongantíð dult fyri, at eftir hansara tykki eigur Mikhail Khodorkovskij at verða sitandi í fongslinum.
-Mín hugsan er, at ein tjóvur eigur at sita í fongsli, svaraði Putin avgjørdur, tá hann í einari sjónvarpssending fyri stuttum fekk ein spurning frá einum hyggjara, sum vildi hava at vita, hvat forsætisráðharrin helt um Khodorkovskij-málið.
Khodorkovskij brúkti nógvar pengar til at stuðla andstøðuflokkar, tá Putin var forseti, og tað var Putin alt annað enn fegin um.
Tey, sum stuðla Khodorkovskij, eru ikki í iva um, at rættarmálið ímóti honum hevur eitt politiskt mál. Meðan Putin sum nevnt ongantíð hevur dult fyri, hvat hann heldur um Khodorkovskij, hevur Medvedev, forseti, verið meiri varin. Seinasta vikuskiftið segði hann, at hvørki hann ella nakar annar tænastumaður átti at úttala seg um málið, fyrr enn dómur var fallin.
Tað vakti stóran ans, tá ein av ráðgevunum hjá Medvedev, Igor Jurgens, segði, at eftir hansara var tað skeivt at døma Khodorkovskij eina ferð afturat.
-Eftir mínum tykki er tað einasta rættvísa, at maðurin verður fríkendur, segði Igor Jurgens í einari røðu í 2008. Hetta er ikki einastu ferð, at hann hevur sagt sína hjartans hugsan um eymar spurningar. Hann hevur eisini sagt, at eftir hansara tykki hevur Putin ov stóra ávirkan á russiska politikkin.
Úrslitið av Khodorkovskij-málinum fer kanska at vísa, um hann hevur rætt.
(Keldur: Aftenposten og VG)

__________________________________________________________
Vísa øllum atfinningum aftur
Russisku myndugleikarnir eru ikki serliga fegnir um, at umheimurin ger viðmerkingar til rættarmálið ímóti Mikhail Khodorkovskij. Í gjár gjørdi uttanríkisráðið í Moskva greitt, at amerikanskar og evropeiskar royndir at ávirka rættarmálið kunnu ikki góðtakast. Uttanríkisráðið legði afturat, at tað er púra burturvið og uttan hald í veruleikanum, tá vesturlendskir umboðsmenn siga, at mannagongdin í rættarmálinum ímóti Khodorkovskij er uttan fyri galdandi rættarskipan.
__________________________________________________________


__________________________________________________________
Fakta um Mikhail Khodorkovskij
Sum ungur virkin kommunistur. Útbúgvin verkfrøðingur. Stovnaði seinast í sovjettíðini privatbankan Menatep í 1989.
Ígjøgnum Menatep tryggjaði Khodorkovskij sær ræðið á oljufelagnum Yukos, tá myndugleikarnir privatiseraðu almennar ognir, eftir at Sovjetsamveldið var farið í upploysn í 1991.
Í 2005 bleiv hann dømdur átta ára fongsul fyri svik og fyri at hava snýtt í skatti. Trý ár seinni varð hann aftur ákærdur fyri fíggjarsvik og fyri at hava fjalt vinningin av oljusøluni hjá Yukos í árunum frá 1998 til 2003. Mánadagin varð hann dømdur sekur, men sjálv revsingin er ikki ásett enn.