Seint í gjár vistu útlendskir miðlar at siga, at ukrainski herurin nú hevur tikið 88 býir og bygdir í Kherson-økinum aftur frá russiska hervaldinum.
Keldan til hesi tíðindi er forsetaskrivstovan hjá Volodymyr Zelenskyj, forseta.
Seinastu vikurnar hava ukrainsku herdeildirnar lagt stórt trýst á russisku deildirnar í Kherson-økinum.
Herfyri søgdu myndugleikarnir í Kyiv, at ukrainski herurin hevði tikið 75 bygdir og býir aftur í økinum, og seint í gjár segðist talið av vera 88.
Tað hevur ikki nógv ítøkiligt verið at frætt úr Kherson-økinum seinastu dagarnar, men russisku myndugleikarnir hava sagt, at teir fara at verja býin.
Í Kherson-regiónini er sjálvur Kherson-býur hin størsti, og her búðu út við 300.000 fólk, áðrenn Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár.
Russisku myndugleikarnir hava sagt, at teir vilja gera Kherson-bý til ein "skansa", og at deildirnar fara at stríðast til seinasta mann, um tað verður neyðugt.
Myndugleikarnir, sum Russland hevur sett til valdið í Kherson, hava biðið um hjálp at flyta sivilfólk úr økinum, tí her verður roknað við hørðum bardøgum.
Russisku myndugleikarnir í Kherson siga, at higartil eru eini 15.000 fólk flutt burtur úr økinum, og herfyri ljóðaði eisini, at umsitingin í regiónini er rýmd.
##med2##