Kheops fingið skeinkiloyvi

Matarstaðið Kheops í miðbýnum í Havn hevur fingið játtað skeinkiloyvi í vikuni, og eigararnir ætla at gera staðið til eina desert-kafé á høgum støði.

Teir, ið eiga Kheops, eiga eisini matstovuna Marco Polo, ið liggur beint við síðuna Kheops, og Sofus Hansen, ein av eigarunum, sigur, at skeinkiloyvið fer at geva teimum heilt nýggjar møguleikar.

Lættir um
- Vit hava leingi havt eina ætlan um, at fólk, sum eta á Marco Polo, kunnu fara inn í Kheops at fáa sær dessertina, men av tí at Kheops ikki hevur havt nakað skeinkiloyvi, hevur tað ikki borið so væl til. Fólk vilja jú gjarna hava kaffi og cognac til dessertina, og tað hava vit ikki havt møguleika til at bjóða teimum í Kheops, sigur Sofus Hansen.
Hann greiðir frá, at nú matarstaðið hevur fingið játtað skeinkiloyvi, letur hetta upp fyri fleiri møguleikum.
- Eitt er tað, at fólk nú kunnu flyta í onnur hølir at fáa sær dessert, men góðskan og úrvalið á dessertunum verður eisini hægri, tí nú rokni eg við, at vit fara at hava ein dessertkøk burturav í Kheops, sigur Sofus Hansen. Eigararnir ætla eisini, at hølini í Kheops skulu gerast eitt sindur hugnaligari, soleiðis at fólk sita eitt sindur betur og kanska bleytari, tá ið tey fáa sær dessert.
Somuleiðis fer tað, at flólk flyta seg í onnur hølir at fáa dessert, at hava við sær, at borðkapasiteturin í Marco Polo veksur, og tað hava vit leingi ynskt, sigur Sofus Hansen.