Khader: -Vit hava ikki slakað

Ny Alliance tekur ikki undir við málinum um tey iraksku flóttafólkini, uttan at hon verður broytt Í Danmark hevur stjórnin játtað at taka upp samráðingar við Ny Alliance um málið viðvíkjandi teimum iraksku flóttafólkunum.

Fyrr í dag ljóðaði, at Ny Alliance hevði slakað, og at flokkurin var til reiðar at bjarga stjórnini undan at koma í minniluta í Fólkatinginum. Men seinni segði Naser Khader, floksformaður, at flokkurin krevur broytingar í ætlanini hjá stjórnini.

-Vit taka ikki undir við avtaluni, sum stjórnin hevur gjørt við Danska Fólkaflokkin. Vit hava einans játtað at taka lut í nýggjum samráðingum, sigur Naser Khader.

Poltiskir eygleiðarar í Keypmannahavn siga, at slakar Naser Khader, fær flokkur hansara trupulleikar við sínum baklandi.

Kann Ny Alliance harafturímóti fáa stjórnina at slaka, kann tað styrkja støðu floksins í komandi samstarvi við stjórnina, siga teir politisku eygleiðararnir.